Frítíðarskúlin í Havn er ikki skerdur

Páhaldið hjá Pedagogfelagnum um frítíðarskúlan í Havn, er ein misskiljing

- Tað er ikki rætt, at frítíðarskúlin í Havn er skerdur næsta ár.

 

Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði nú seinnapartin.

 

Hon sigur, at páhaldið hjá Pedagogfelagið á in.fo fyrr í dag, um, at frítíðarskúlin í Tórshavnar kommunu er skerdur í næsta ár, er ein misskiljing.

 

- Næsta ár verða pedagogtímarnir til hvønn næming um vikuna teir somu sum í 2013, og tað hevur fíggjarnevndin endaliga samtykt seinasta mikudag eftir tilmæli frá mentamálanevndini, sigur Helena Dam á Neystabø. 


Hon ásannar, at í uppskotinum til fíggjarætlan fyri Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár, varð lagt upp til at laga játtanina til tær broytingarnar, sum eru framdar í tímabýtinum millum fólkaskúla og frítíðarskúla í 1. og 2. Flokki, sum hon orðar seg.

 

Og tær broytingarnar eru, at børnini eru meira í skúla nú og samsvarandi minni í frítíðarskúla.

 
- Seinnu árini hevur gongdin verið tann, at næmingar í fyrsta flokki  ganga 24 tímar í skúla um vikuna móti 18 tímum um vikuna frammanundan, og at næmingar í 2. flokki ganga 26 tímar í skúla um vikuna móti 20 tímum frammanundan.
 

- Tað merkir sjálvsagt, at dagurin í Frítíðarskúlanum verður samsvarandi styttri.

 

- Ein partur av hesi tillaging er framdur, og tað varð umhugsað at fremja seinasta partin av tillagingini nú í fíggjarárinum 2014.

 

í tí sambandinum var ætlanin at skerja játtanina 750.000 krónur og tað hevði ført til at starvssetanin fyri hvørt barnið hevði lækkað, sum Pedagogfelagið vísir á.

 

Men síðani hevur býráðið samtykt at sleppa ætlanini og sostatt verða pedagogtímarnar fyri hvørt barn tískil teir somu í 2014 sum í 2013.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at orsøkin til, at Tórshavnar Býráð hevur tikið hesa avgerð, er at tað er avgerðani, at hava góðar stovnar og avbjóðandi tilboð til yngstu skúlabørnini.
 

Herumframt er eisini avgjørt at eftirmeta fíggjarliga grundarlagið og raksturin annars á frítíðarskúlaøkinum.

 

- Endamálið er at tryggja børnunum ein góðan og mennandi frítíðarskúla, sigur forkvinnan í Mentanarnevndini.

 

Hon heldur, at tað kann kanska vera áhugavert at samanbera støðuna í Havn við støðuna aðrastaðni, soleiðis sum Pedagogfelagið ger.

 

- Men ikki vist at tað er rættvísandi, tí fortreytir kunnu vera sera ymiskar, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Les eisini: Frítíðarskúlin í Havn tann ringasti í Landinum