Frítíðarskúli vann trivnaðarpakkan

Børnini í frítíðarskúlinum í Badmintonhøllini í Havn hava vunnið útferðarpakka fyri 20.000 krónur

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini vann trivnaðarpakkan hjá Tórshavnar Kommunu. Hetta fyri teirra luttøku á ruddingardegnum í umhvørvisvikuni í 2014.

 

Børnini vistu av ongum og ánaðu ikki, hví tey knappliga skuldu sita still úti í høllini. Men tey grunaðu skjótt, hvat var á vási, tá tey funnu útav, hvør Elin Lindenskov var og hvønn hon umboðaði. Elin Lindenskov er nevnliga forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, og uppgávan hjá henni var at handa vinningin.

 

Tey kunnu nú velja ímillum útferðir frá 4 ymiskum feløgum. Hesi eru at síggja á heimasíðuni og á facebook, sí undir "Umhvørvisvikan".