Frítíðarfiskimenn sleppa - men ikki útróðrarmenn

- Tað er undarligt, at Norðhavið skal vera gýtingarfriðað fyri útróðrarmonnum, men ikki fyri frítíðarfiskimonnum.

 - Tað er undarligt, at Norðhavið skal vera gýtingarfriðað fyri útróðrarmonnum, men ikki fyri frítíðarfiskimonnum.

 

Tað heldur Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin, Falkin, ið er heimahoyrandi á Skála.

 

- Eg haldi tað vera undarligt, at Norðhavið skal vera friðað fyri línuveiði um várið - úr seks og út á 12 fjórðingar úr landi, samstundis sum snellubátar kunnu royna á hesi leið júst, sum teimum lystir.

 

Sjúrður Joensen vísir á, at leiðirnar úr seks fjórðingum og út á 12 fjórðingar úr Mýlingi og langt eystur eftir eru gýtingarfriðaðar fyri línuveiði frá 15. februar til 15. apríl.

 

- Avleiðingin er, at útróðrarbátar gjarna seta línuna innari, t.v.s. úr landi og út á seks fjórðingar, og her er lutfalsliga nógvur smáfiskur at fáa. Tað er tí lítil stovnsrøkt í hesum, leggur hann aftrat.

 

Hann sigur, at um útróðrarbátarnir fara út um 12 fjórðingar við línuni, koma teir gjarna á leiðirnar, har teir stóru línubátarnir royna, og tað riggar ikki so væl.

 

Sjúrður Joensen vísir á, at tað er eingin, sum livir av bara at royna við snellu um várarnar.

 

- Teir, sum leggja seg eftir at fiska við snellu hesa ársins tíð, gjarna eru menn, sum hava annað arbeiði, men sum leggja seg eftir at rógv út nakrar vikur um várið.

 

Útróðrarmaðurin, sum eigur Falk, heldur, at skulu leiðir friðast móti fiskiskapi, eiga friðingarnar at fevna um allar veiðihættir - og snella hjá frítíðarfiskimonnum eigur ikki at vera undantikin.