Frískur íblástur úr Føroyum

Føroysk listafólk sýna fram í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Hósdagin 13. mars - tað er í morgin - letur Gallerí Sct. Gertrud við Kurt Svendsen upp stóra og fjøllbroytta listaframsýning við heitinum "Inspireret af Færøerne".

 

Fleiri føroysk og onnur norðurlendsk listafólk eru við, eitt nú Heðin Kambsdal, Birgit Kirke, Øssur Mohr, Finnleif Mortensen og danin, Kaare Norge. 

 

Framsýningin verður opin í tíðarskeiðnum frá og við 13. mars til 5. apríl, Galleri Sct. Gertrud, Møntergade 10, Keypmannahavn.


Seinastu 35 árini hevur Kurt Svendsen havt nógvar framsýningar við føroyskum listafólkum í Gallerí Sct. Gertrud. 

 

Kurt Svendsen er eisini á hvørjum ári í Føroyum og vitjar føroysk listafólk.
.

Fernisering verður í Galleri Sct. Gertrud í morgin klokkan 16, og øll eru hjartaliga vælkomin.