Frísk fólk innløgd

Í desember í fjør var tígginda hvør sjúkrasong upptikin av liðugt viðgjørdum fólkum.

 

Hetta eru borgarar, sum hava tørv á røktarplássi ella heimatænastu.

 

Av tí at sjúkrahúsverkið liggur hjá landinum, og eldrarøktin hjá kommununum, endar borgarin við at liggja og bíða í Føroya dýrastu seingjum.

 

Fyri samfelagið er hetta munandi dýrari enn røktarpláss ella heimatænasta.

 

Og ein onnur avleiðing er, at sjúklingar, ið hava tørv á viðgerð, bíða longur enn neyðugt at sleppa framat.

 

Sjúkrahúsverkið eigur at fáa heimild til at skriva rokning til kommunurnar fyri hvønn dag, ein liðugt viðgjørdur sjúklingur er óneyðugt innlagdur.

 

Tað gera sjúkrahúsini í grannalondunum, og hetta hevur víst seg at minka um trupulleikan. Tí tá fáa kommunurnar eina kontanta motivatión til at veita tey tilboð, ið tørvur er á.

 

X við Erling Eidesgaard