Frings í klønum trái

Miðvallarspælarin Torsten Frings fær møguliga leikbann til hálvfinaluna ímóti Italia í morgin. Orsøkin er, at Frings skal hava roynt at sligið ein argentiskan spælara eftir fjórðingsfinaluna í farnu viku. Dysturin millum Týskland og Argentina endaði við roki, og í hesum roki skulu sjónvarpsupptøkur vísa, at Frings roynir at sláa Julio Cruz. Frings hevur havt týðandi leiklut sum verjukendur miðvallari hjá Týsklandi, og um hann fær leikbann frá FIFA eftir fund í dag, verður tað helst Sebastian Kehl, ið skal spæla ístaðin.