Nú Bjørn Kalsø hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til løgtingsvalið, hevur Norðoya Sambandsfelag fingið ein vælkendan vinnulívsmann í Klaksvík á sambandslistan.
Frimodt Rasmussen er giftur við Lindu og eiga tey fimm børn.
Millum hjartamálini hjá Frimodt Rasmussen eru almennar vælferðartænastur og at fiskivinnan og vinnulív annars fáa góðar karmar at mennast í, verður sagt í tíðindaskrivi frá Norðoya Sambandsfelag.
Sambandsfelagið í Norðoyggjum hevur eisini eitt annað valevni á listanum. Tað er Sunneva Simonsen Ludvig úr Hvannasund. Sunneva Ludvig starvast sum kokkur á sambýlinum í Bøgøtu, er gift Rúna og eiga tey fýra børn.
Í politikki vil hon millum annað leggja dent á tryggar karmar til fiskivinnu og aðra vinnu, tunlar norður um fjall og eitt vælvirkandi heilsuverk, verður sagt í tíðindaskrivi frá Norðoya Sambandsfelag, sum er endurgivið í Norðlýsinum.