Fríkendur tí vitnini tagdu

Tvær ungar gentur sluppu undan at geva frágreiðing í einum máli um siðamisbrot, og so bleiv tann ákærdi fríkendur.

Tvær ungar gentur sluppu undan at geva frágreiðing í einum máli um siðamisbrot, og so bleiv tann ákærdi fríkendur.

 

Ein 38 ára gamal maður var í Føroya Rætti í morgun fríkendur fyri siðamisbrot.

 

Hann var annars ákærdur í tveimum førum at hava roynt at lokka 14 ára gamlar gentur í song við sær.

 

Í fyrra førinum var hann ákærdur frá um várið 2012 og fram til 13. juli 2013 at hava roynt at lokka eina 14 ára gamla gentu at koma heim til sín, fyri at hava samlegu við hana.

 

Í hinum førinum var hann ákærdur fyri at hava roynt at hála venjingarbuksurnar niður um eina 13 ára gamla gentu, sum hann var mammubeiggi til.

 

Men tað var bara ákærdi maðurin sjálvur, sum gav frágreiðing í málinum. Tann tá 14 ára gamla gentan var so mikið ávirkað av málinum, at hon vildi ikki møta tí ákærda, og tann ákærdi vildi ikki fara úr rættarsalinum, meðan hon gav frágreiðing.

 

Tí valdi ákærin, Jens Severinsen, at fráfalla vitninum. Systirdótturin fekk síðani greitt at vita, at hon kundi bara fara avstað aftur uttan at geva frágreiðing, tí hon stóð tí ákærda so nær.

 

Og tá ið støðan var hon, at einki orð hoyrdist frá vitnunum, sum siðamisbrotini skuldu vera framd ímóti, var einki hjá dómaranum at gera, annað enn at fríkenna ákærda mannin.