Fríkendur fyri morð

69 ára gamli maðurin, sum hevur verið ákærdur í Marknalíð-málinum, hevur í dag fingið sín dóm frá nevningatinginum

Nevningarnir hava seinastu vikuna hoyrt tað, sum ákæri og verji hava lagt fram í Marknalíð-málinum, har ein 69 ára gamal maður hevur verið ákærdur fyri morð.

 

Fyri løtu síðani komu nevningarnir við síni niðurstøðu, og hon er, at maðurin ikki er sekur í drápsroynd. Hinvegin staðfestu nevningarnir, at talan hevur verið um harðskap av serliga grovum slag við deyða sum úrsliti. Og teir staðfestu, at talan var ikki um sjálvverju.

 

Eisini meta nevningarnir, at ákærdi skal dømast fyri at rýma frá persóni, sum hevði hjálp fyri neyðini, og maðurin er sekur í at hava troka seg ólógliga inn á bústað hjá øðrum.

 

Dómarin hevur møguleika at seta niðurstøðuna hjá nevningunum til viks, um hann er púrasta ósamdur í hesum, men tað hevur dómarin boðað frá, at hann ikki fer at gera.

 

Nú skulu ákæri og verji – út frá niðurstøðuni hjá nevningatinginum – siga sína hugsan um, hvør rætta revsingin eigur at verða, og síðani fara dómari og nevningar at áseta revsingina. Tað er ikki enn greitt, um hetta verður gjørt í kvøld.