Fríkendur fyri ákærur um kynsligan ágang

Ein maður, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang er nú endaliga fríkendur

Landsrætturin hevur nú fríkent ein mann, sum varð skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti eini gentu fyri nøkrum árum síðani, tá ið gentan var yngri enn 15 ár.

 

Hann var upprunaliga ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti gentuni í fýra førum. Talan var um annan kynsligan ágang enn samlegu. Men í Føroya Rætti varð hann fríkendur fyri tríggjar av ákærunum.

Hinvegin varð hann dømdur fyri ta einu ákæruna og fyri tað skuldi hann sita í seks mánaðir.

 

Men maðurin legði málið fyri landsrættin og har gekst eftir vild hjá honum, tí lndsrætturin hevur nú eisini fríkent hann fyri tað fjórðu ákæruna.

 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at landsrætturin hevur fríkent mannin, tí tað var óvist um ágangurin, kvinnan hevur greitt frá, fór fram áðrenn gentan var 15 ár. Og óvissan var so mikið stór, at hann varð fríkendur.

 

Linda Hesselberg hevur onga viðmerking til dómin.

Men yvirskipað leggur hon dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at kvinnur yvir 15 ár, sum eru fyri nøkrum tær ikki samtykkja í, eisini gera heilt greitt, hvar markið gongur.