Harafturímóti bleiv undanmaður hennara í blaðstjórasessinum, Andy Coulson, funnin sekur og skal eftir øllum at døma í fongsul.
Andy Coulson, sum er fyrrverndi samskiftismaður hjá David Cameron, forsætisráðharra, varð dømdur fyri at hava lagt ætlanir um at avlurta telefonir hjá fleiri kendum bretum, tá hann var blaðstjóri á News of the World frá 2003 til 2007.
Rebekah Brooks, sum tók við sum blaðstjóri aftan á Coulson, bleiv tikin tann 17. juli í 2011, tí løgreglan hevði illgruna um, at hon visti um avlurtingina og hevði verið við til at lagt hana til rættis. Málið byrjaði í rættinum í oktober í fjør, og við dóminum í dag er ein tann størsta gølan í bretska fjømiðlaheiminum helst liðug.
Gølan hevði millum annað við sær, at blaðið News of the World fór í søguna.