Friis-Hansen til Fremad Amager

Í gjár kundi Fremad Amager á tíðindafundi boða frá, at nýggjur venjari er settur fyri Peer F. Hansen. Í farnu viku kom fram, at sáttmálin hjá Peer F. Hansen ikki skuldi leingjast, og skjótt varð gitt, at Friis Hansen skuldi verða nýggjur venjari.

 

Jakob Friis Hansen er ikki ein og hvør í donskum fótbóltshøpi. Á yrkisleiðini spældi hann fótbólt í bæði Fraklandi og Týsklandi, og eisini var hann 19 ferðir á danska landsliðnum.

Aftur komin fór hann alt fyri eitt undir sonevndur ex-prof venjaraútbúgvingina, seinastu tíðina hevur hann virkað sum venjari hjá HIK. Sama felag, sum nýggi stjórin í Fremad Amager, Nikolaj Kaas-Heilman starvaðist í fram til mars mánað.

 

Og føroyski høvuðsmaðurin í felagnum, Todi Jónsson, er eisini skjótur at staðfesta, at teir í Friis-Hansen hava fingið eitt sera gott navn.

- Fyrst og fremst, so er talan um ein góðan venjara. Men eitt navn sum Jakob Friis-Hansen ávirkar eisini positivt í so nógvar aðrar mátar. Umrøðan í miðlunum snýr seg um ?store planer? og ?ambitiøse Fremad Amager?, og tað skapar sjálvandi eina positiva synergi. Og alt annað lika, so vgil ein góður venjari hava lættari við at draga góðar spælarar til sín.

- Samanlagt eri eg tí ikki í iva um, at setanin av Jakob Friis Hansen er eitt stórt fet í okkara ætlanum um menning av felagnum, sigur Todi Jónsson.