Fríggjadagur á Rás2

morgun kl. 10.00 senda vit á Rás2 Breakfast frá Hvonn. Í sendingini er hugnaligt kaffiprát við Oliver Joensen og Olivur Thomsen, sum samskipa kópakonu og kalsoyardagin leygardagin.

Í morgun kl. 10.00 senda vit á Rás2 Breakfast frá Hvonn. Í sendingini er hugnaligt kaffiprát við Oliver Joensen og Olivur Thomsen, sum samskipa kópakonu og kalsoyardagin leygardagin. Eisini verður nógvur góður tónleikur - Júst soleiðis, sum vikuskifti byrjar best.

 

Seinnapartin kl. 13:00-15:00 senda vit sendingina Vikuskifti og prátað verður millum annað við Rakel Helmsdal um Ung í Føroyum, og eisni fáa vit sera áhugaverda vitjan frá Miu Jacobsen Kagotho, sum fer at greiða frá um kvinnuheimið Jimmia, sum hon rekur saman við manni sínum í Kenja. Hetta, og nógv afturat í heilar tveir góðar tímar, tá vit senda beinleiðis úr Rásarúminum!

Vertur í dag er Annika Kunoy Im og tøkningur er Mark Joensen