Tað segði KárI Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn og formaður í SEV stýrinum við in.fo fyrr í dag.
Hann segði, at nú er semja fingin í lag um, hvussu nógv prísurin á streymi skal hækka næsta ár. Tað sigur Kári Johansen, formaður í nevndini fyri SEV.
Lesið eisini: Nú er semja um príshækkingina á streymi næsta ár
SEV hevur kallað inn til eykaaðalfundar í SEV fríggjadagin 16. desember kl. 9.30 á Hotel Føroyum.
Á skránni er:
- Val av fundarstjóra.
- Frágreiðing frá nevndini um virksemi felagsins síðani ársaðalfundin.
- Kunning frá nevndini um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin.
- Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar.