Norðurlendski tónleikafestivalurin Frigg, sum føroyingar skipa fyri, verður samstundis sum Melodi Grand Prix verður hildið í Keypmannahavn.
Nú er greitt, at stóri norðurlendski Frigg Festivalurin verður ikki á Grønlandske Handelsplads í Keypmannahavn, men verður í sjálvum Kongens Have tann 9. og 10. maj 2014.
Og ikki nóg mikið við hesum. Frigg verður eisini hildin í Keypmannahavn samstundis, sum internationala Melodi Grand Prixið verður í Keypmannahavn.
Frigg Festivalurin er tónleika- og mentanarfestivalur, ið bjóðar tað besta úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.