Matt LeBlanc, sum flest fólk kenna frá hansara leikluti sum Joey Tribbiani í sjónvarpsrøðini Friends, er í dag vorðin avdúkaður sum nýggi verturin í vælumtóktu sjónvarpsrøðini Top Gear. Tað skrivar BBC í dag.
- Sum ein, ið er býttur í bilum, og stórur Top Gear fjeppari, so føli eg hetta sum eina æru, og eg eri sera spentur, at verða partur av næsta kapitlinum hjá Top Gear.
Talan er tó ikki um fyrstu ferð, at LeBlanc verður at síggja í Top Gear. Hann hevur nevniliga tvær ferðirnar áður viðvirka í sendingini sum gestur.
Matt LeBlanc tekur við sum vertur aftaná, at Jeremy Clarkson varð koyrdur frá starvinum í fjør. Ein avgerð, ið hevði við sær, at hinir báðir vertirnir, Richard Hammond og James May, báðir fylgdu Clarkson út gjøgnum dyrnar.
Frammanundan er greitt, at tað verður bretin Chris Evans, ið verður høvðusvertur í sendingini.

Matt LeBlanc, Chris Evans og The Stig. Mynd: Top Gear
Friends-stjørna skal mynda Top Gear