Nú er tað staðfest. Rachel, Phoebe, Chandler, Ross, Joey og Monica verða nú at síggja á stóra løriftinum í einari filmsútgávu av vælumtóktu sjónvarpsrøðini ?Friends? News of The World skrivar í dag, at tær seks sjónvarpsstjørnurnar hava játtað at vera við í filmsútgávuni av ?Friends?.
Tað merkir sostatt, at Jennifer Aniston, Courteney Cox, Lisa Kudrow, Matt LeBlanc, Matthew Perry og David Schwimmer nú fyri fyrstu ferð síðan sjónvarpsrøðin endaði í 2004, aftur skulu hittast framman fyri upptøkutólunum.
Filmsfelagið Warner Bros, ið stendur handan filmatiseringina, hevur eftir øllum at døma játtað teimum seks stjørnunum stórar upphæddir, fyri enn einaferð at trína á ?Friends? pallin. Filmsfelagið væntar, at hendan filmatiseringin verður eins væl umtókt og ?Sex and the City? filmurin var á sinni.
Sjónleikarin James Michael Tyler, ið spælir leiklutin hjá eigaranum av yndiskafeini hjá vinunum, váttar fyri News Of The World, at ?Friends? vendir aftur.
-Filmsútgávan er heilt avgjørt ávegis. Eg havi samband við fleiri av sjónleikarunum, og tey eru heilt avgjørt til reiðar at byrja á nýggjum, sigur James Michael Tyler.
Sambært News Of The World er tað eisini eydnast Warner Bros at fáa uppruna framleiðararnar av sjónvarpsrøðini, David Crane og Marta Kauffman, at skriva og framleiða filmsútgávuna, ið væntast at verða í biografunum í summar 2011.