Nýggi sáttmálin hevur við sær, at amerikumaðurin verður verandi, til hann hevur verið í 10 ár samanlagt í Premier League felagnum.
36-ára gamli málverjin, ið hevur byrjað inni, í hvørjum einasta dysti, seinastu fýra árini, segði:
- Eg eri ovurhondsfegin um at eg havi fingið longt sáttmálan við einum ári. Frá mínari síðu var ongin trupuleiki, við at góðkenna hetta.
- Blackburn Rovers er sum eitt heim fyri meg, hetta er mítt felag, og serligar kenslur eru tilknýttar hesum felagnum, segði Brad Friedel fyri Teamtalk heimasíðuni í gjárkvøldið.
Friedel, ið kom til Blackburn frá Liverpool í 2000, náddi leygardagin upp á 300 Premier League dystir, og tað var móti Everton. Afturi í november setti hann eisini eitt met, ið fyrrverandi liðskiparin, Tim Sherwood átti. Metið er, at hava spælt mest dystir fyri felagið, og hetta metið verður torført at taka, tí hann kom tá uppá 235 dystir, og fleiri dystir eru spældir síðani tá, og fleiri fer hann uttan iva at spæla framyvir.
Blackburn Rovers hava eisini ein føroying í felagnum, og tað er okkara U-21 málverji, Gunnar Nielsen. Gunnar hevur mest nýtt sína tíð á eykaliðnum hjá felagnum, men hann er ungur, og royndir hansara veksa fyri hvønn dag. So møguliga verður tað eftir honum, vit fara at rópa, tá Friedel fer at leggja handskarnar á hillina, eftir eina megnar yrkisleið.
Spennandi verður at fylgja yrkisleiðini hjá unga føroyska málverjanum, ið alsamt gerst betur. Í løtuni er hann triðja val, tá tað kemur til málverjar.