Á politistøðini hava tey havt úr at gjørt við at svara telefonini í dag. Um alt landið hevur hálkan argað hópin av bilførarum, og fleiri smærri óhapp hava verið, veit vakthavandi at siga.
- Men um nátturðatíð gjørdist munandi friðarligari, og telefonin hevur mest sum ikki ringt seinasta tíman. Helst er tað so, at fólk nú eru komin heim, og so velja tey at akta boðunum um, at bilurin skal standa, um tað ikki er átrokandi neyðugt at koyra, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
- Í nógvum førum hava illa skøddir bilar staðið fastir, og tað tarnar sjálvandi aðrari ferðslu. Í einstøkum førum hava bilførarar bara valt at seta bilin, og tað kann verða sera keðiligt, um bilurin stendur til ampa fyri onnur. Og finna vit ikki aðra loysn, so kunnu vit tá fáa bilin beindan av vegnum fyri eigarans rokning, sigur vakthavandi.
Hann sigur, at Landsverk hevur øll síni gravi- og saltiakfør úti, og teir arbeiða til klokkan 21 í kvøld. Um neyðugt verður helst byrjað aftur klokkan 4 í nátt.











