Mynstringarbannið og blokadan ímóti Asbjørn Senior er avlýst, og friður er aftur bæði á makrelfeltinum og á landi, tá makrelurin og sildin verða landað.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag í dag.
Seinnapartin skrivaði Alex Vilhelm, reiðari, undir flutningsavtalur fyri bæði Asbjørn Senior og Grunnabarð. Hann er millum annað reiðari í feløgunum Ocean Group Faroes, sum eigur og rekur Asbjørn Senior, og South Pelagic, ið rekur Grunnabarð í eini leiguavtalu við Thor í Hósvík, sum eigur skipið.
Alex Vilhelm setti seg í gjár í samband við manningarfeløgini fyri í snarheit at gera eina avtalu. Effektiv blokada var tá lýst móti Asbjørn Senior, sum tískil ikki hevði sloppið at tikið ímóti fiski á feltinum aftur.
Frammanundan hevði Annfinnur Garðalíð, næstformaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, havt samband við skiparan á Asbjørn Senior og Fríða Magnusen frá danska reiðarínum, ið hevur selt skipið til Føroya.
- Teir gjørdu púra greitt, at teir vildu hava skipað viðurskifti við manningarfeløgini, sigur Annfinnur Garðalíð.
Og tað er tað so nú. Hóast tilgongdin hevur verið rokalig, og feløgini heldur kundu hugsað sær at fingið gjørt avtalur við longri haldbarið, so er nøgdin kortini stór, tí avtalurnar í dag hava prógvað, at við at standa saman og standa fast, ber til at fáa úrslit.
- Vit hava vunnið hetta stríðið, og tað eri sera fegin um. Vit hava brúkt tey lógligu amboð, vit hava sum fakfeløg, og úrslitið vísir, at hesi amboð kunnu vera effektiv, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Avtalurnar um Asbjørn Senior og Grunnabarð hava sama innihald sum avtalan, ið leygardagin varð gjørd við fimm reiðarí og reiðarí-samtøk. Asbjørn Senior hevur ongan sáttmála frammanundan, og tí eru felagsreglurnar í sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag og áseting um býtisprosent eisini skrivað undir sum fylgiavtalur. Grunnabarð hevur sáttmála, ið ásetir býtið, og tí eru felagsreglurnar eisini frammanundan galdandi fyri hann.