Tað skal ikki so nógv til at reisa eitt felags - og orginalt - tiltak á føtur, um hugflogið er gott.
Men, hvat kunnu so ommur, abbar, foreldur og børn vera sama um eitt novemberkvøld úti í Nólsoy?
Tað veit Margreth Jacobsen í Nólsoy, sum fyrr í dag skjeyt upp, at nú skuldu so mong, sum høvdu hug, fara ein felags lummalyktatúr í kvøld.
Er tað nakað, sum børnum dámar, er tað at lýsa við einari lummalykt í myrkri.
Børn, foreldur, ommur og abbar savnaðust Úti á Nýggjaveg fyrr í kvøld - hvør við sínari lummalykt.
Leiðin bar nú norður gjøgnum bygdina og heilt niðan á Flaggstongina Uppi á Brekkum.
35 fólk vóru við á hesi forkunnugu ferð, og tá komið varð niðan á Flaggstongina, klintraðu bæði børn og vaksin upp á høga aldargamla grótlaðið.
Meðan tey vóru Uppi á Brekkum, gingu tey eisini fram við Gráasteini.
- Hetta var ein super góður túrur og ein friðsæl løta í fagrasta veðri, siga nólsoyingar á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - í kvøld.
Tað er Evy T. Nielsen, sum eigur viðheftu mynd.










