TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge siga frá seinastu, spennandi løtuni av fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini hjá kvinnum millum VÍF og StÍF, sum VÍF vann 20-19 (11-10).
Fríðrún D. Olsen (myndin) hevði møguleikan at tryggja StÍF javnleik 20-20 við einum brotskasti í seinasta sekundi, men hon tók ikki av møguleikanum.
VÍF var annars á odda 19-16 tá níggju minuttir vóru eftir, so StÍF hevði gott tak á heimaliðnum seinastu løtuna, men tað rakk ikki til ein javnleik.
Liðini spæla seinnu hálvfinaluna í ítróttarhøllini á Skála leygarkvøldið 6. februar klokkan 18.