Ein nýggjur kapitul í danmarkarsøguni er skrivaður í dag, tá eitt stjórnarskeið endar, og eitt nýtt byrjar í danska kongshúsinum.
Danmark ehvur fingið eini nýggj kongshjún: Fríðrik X kong og Mary drotning.
Tað fór fram í Statsráðnum fyri løtu síðani.
Har skriaði Margreta drotning undir eina fráboðum um, at hon leggur frá sær. Síðani fór hon úr Statsráðnum.
Harvið er Fríðrikur nýggjur kongur Danmarkar, meðan Mary er nýggj drotning í Danmark. Elsti stonurin hjá kongshjúnunum, Christian, er nú ríkisins nýggi krúnprinsur.
Hendan sama dag fyri 52 árum síðani tók Margreta yvir trónuna eftir pápa sín, Fríðriki IX kongi, sum doyði um kvøldið tann 14. januar 1972.
##med2##
Dagin eftir, tann 15. januar, varð drotningin útrópt sum landsins nýggi regentur frá svalanum á Christiansborg Slotsplássi av táverandi forsætisráðharranum, Jens Otto Krag.
/ritzau/
##med3##