Fríðrikur krúnprinsur verður útnevndur kongur Fríðrikur X sunnudagin 14. januar klokkan 14 av svalanum á Christiansborg Slotti.
Tað upplýsir kongshúsið á heimasíðuni.
Sama dag verður statsráð klokkan 13 okkara tíð á Christiansbrog Slotti. EFtir fundin í Statsráðnum fer Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, at lýsa hátíðarliga trónuskiftið á Christiansborg Slotti, hevur Forsætismálaráðið áður boðað frá.
Í statsráðnum hittast forsøtisráðfrúan og hini ráðfólkini saman við drotningini, og eftir 14. januar verður tað saman við nýggja konginum.
Tað er regenturin ella ein í hansara stað, um fyrrnevndi er burturstaddur, sum leiður fundin. Og tað er í einum statsráð, at regenturin saman við einum ráðfólki undirskrivar tær lógir, sum eru samtyktar í Fólkatinginum.
Tað er eisini í statsráðnum, at stjórnin kunnar regentin um nýggj lógaruppskot, sum stjórnin ætlar at leggja fyri Fólkatingið. Avgerðir verða ikki tiknar í einum statsráð. Tað er meira sum ein hátíðarligur siður.
Margreta drotning boðaði sum tað síðsta í nýggjársrøðu síni frá, at hon leggur frá sær eftir 52 ár sum drotning Danmarkar.
Allir smálutir um trónuskiftið eru ikki greiðir enn. Men at statsráðið verður klokkan 13 og kunngerðingin av nýggja konginum er klokkan 14 tann 14. januar, er júst kunngjørt.
Tað er í dag eisini komið fram, nær kongaligu fløggini skifta palæ. Tað verður eisini 14. januar klokkan 16. Fløggini skulu flytast frá Christian IX's Palæ, har sum drotningin býr, til bústaðin hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary prinsessu, Frederik VIII's palæ. Báðir bústaðir eru á Amalienborg.
/ritzau/