Tey, sum eru komin fram við søguligu Gestastovuni hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri í seinastuni, hava varnast, at arbeiðsmenn hjá kommununi hava verið í gongd við umlegging av vatnleiðingini, og at SEV hevur lagt fleiri nýggjar háspenningkaðlar framman fyri bygninginum.
- Gongubreytarkanturin er umvældur, og hampað er eisini framman fyri hurðini, soleiðis at tú stígur eitt trin niður frá gongubreytini, áðrenn hurðin verður latin upp.
Tvøroyrar kommuna vísir á, at Gestastova er ein søguligur bygningur, bygdur í 1843 av Kongaliga Einahandlinum til at hýsa fólki, ið komu langan veg til handils.
- Í sínari tíð stóð bygningurin so at siga í møluni og varð brúktur av eitt nú hvalbingum, vágbingum og øðrum avbygdafólki, ið kom til handils - antin til gongu yvir fjøllini ella við árabáti. Onkuntíð gjørdist veðrið keðiligt - ella dagurin seinur - og tí valdu fólk at yvirnátta.
Tvøroyrar kommuna veit at siga, at T.F. Thomsen yvirtók bygningin og handilin í 1856.










