Fríðka um í miðbýnum í Klaksvík

Fyribils verður riggað til, kantar verða gjørdir, og undirlagið verður fest, so til ber at asfaltera.

 

 

Ein partur framman fyri Biskupstorginum í Klaksvík, sum hevur verið lagt við grúsi, verður nú asfalteraður, so parkeringsøkið verður fram við vegnum inn móti flisalagda túninum.

 

- Eisini verða kantar gjørdir aftur frá gravingini fyrr í vár, tá grivið varð fyri eitt nú sjóhitaskipanini til Mentanarhúsið. Tí verður eisini leiðingsveitin í túninum framman fyri Politistøðina og har, sum bussarnir steðga, asfalterað í næstum.

 

Í Klaksvíkar kommunu vita tey í dag at siga, at fyribils verður riggað til, kantar verða gjørdir, og undirlagið verður fest, so til ber at asfaltera, og vónandi byrjar asfalteringsarbeiðið í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

##med2##