Eysturkommuna hevur nú sett vinnu-og mentanarsamskipara í starv. Talan er um 41 ára gamla Fríða B. Nielsen, sum framyvir kemur at samskipa arbeiðið innan vinnu og mentan í kommununi.
Fríði hevur útbúgving innan stjórnmálafrøði og hevur drúgvar royndir sum samskipari. Eitt nú hevur hann starvast sum varaleiðari í FSF, Fótbóltssambandi Føroya, í átta ár, og hevur seinastu tíðina verið verkætlanarsettur fulltrúi í Kappingareftirlitinum.
Eysturkommuna veit at siga, at 23 umsóknir komu til starvið, sum fevnir um samskipan av virksemi á vinnuøkinum, eitt nú innan ferðavinnu, kreativa vinnu og siðbundnari vinnu, og á mentanarøkinum eitt nú innan savnsøkið, ítrótt, tónleik, list og frítíðarvirksemi. |










