Í dag gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út. Á fløguni samstarva teir við Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis.
Fyritreytirnar fyri at fløgan skal gerast ein, ið fólk varðnast, eru góðar, tí við sær á útgávuni hava Littlefish eitt tað størsta danska tónleikanavnið, Tim Christensen, ið hevur givið sítt íkast til fløguna og framleitt sangvokalin í Medley upptøkuhølunum. Tim Christensen syngur eisini kór á fleiri av løgunum og spælir mellotron, ið er eitt serligt slag av urgu, ið spælir sum eitt heilt orkestur, við øðrum orðum eitt slag av eldri ljómborði.
- Vit kenna væl Tim. og tá vit skuldu í upptøkuhøli, so vildi hann gjarna við. Vit møttu honum fyri nógvum árum síðan, tá vit tóku eina demo upp í Medley, og hann og Henrik sangarin hjá okkum, gjørdust beinanvegin væl, og Tim kom aftur at vitja, og síðan eru vit vorðnir vinmenn, greiður Fríði frá.
Tim Christensen var við bólkinum í venjingarhølinum áðrenn farið var í upptøkuhølið, her hjálpti hann m.a. við at leggja ræddirnar til rættis.
The Gordian Knot kemur út á plátufelagnum TUTL í dag 18. apríl4 sum LP, fløga, á Spotify og iTunes. Útgávan verður hátíðarhildin við konsert í Det Bruunske Pakhus í Fredericia, har teir spældu sína fyrstu konsert í 1994. Í morgin gongur leiðin til Keypmannahavnar, har teir spæla á High Voltage.










