Fríði Øster gevur fløgu út

Fredericia bólkurin Little Fish við føroyska trummaranum Fríða Øster, gevur endiliga sína fyrstu fløgu út hóast bólkurin hevur verið virkin síðan 1996.

Fredericia bólkurin Little Fish við føroyska trummaranum Fríða Øster, gevur endiliga sína fyrstu fløgu út hóast bólkurin hevur verið virkin síðan 1996.

“The Gordian Knot”, eitur fløgan, ið bólkurin hevur arbeitt við í trý ár. Hetta er tó ein bólkur, ið hevur lagt seg eftir at skriva egnan tónleik í nógv harrans ár.


Fríði Øster telist millum frægastu føroysku trummararnar. Hann hevur spælt við fleiri donskum bólkum, síðan hann flutti niður miðskeiðis í 90’árunum. Men hann hevur eisini javnan vitjað á føroyska tónleikapallinum í nógvum ymiskum bólkum, ikki minst saman við pápa sínum Ólavi Øster. Fríði hevur eina fortíð í bólkum sum Utopia, Kjølum, Lisa sær Dupult og MC-Hár.

“The Gordian Knot” verður í handlunum sum CD og LP 18. apríl og í hesum sambandi er útgávuveitsla á High Voltage í Keypmannahavn 19.april