Ungi og dugnaligi tónleikarin Fríði Sigmundsson er aftur klarur við nýggjum tilfari.
Í morgin verður nýtt at hoyra frá Fríða. Okkurt bendir á, at talan er um countrykendan tónleik.
Á sínum vanga á facebook skrivar Fríði m.a. soleiðis:
Tað deiligt at eg nú kann siga, at nýtt staklag er ávegis. Hesaferð verður tað nakað ørðvísi enn áður, men vónandi takað tit væl ímóti hesum. Eg havi persónliga sæð fram til at givið hetta lagið út, tí kanska býr tað ein lítil “country drongur” í mær. Lagið verður at hoyra í Vikuskiftis-sendingini í KVF nú fríggjadagin 5. apríl. Og lagið verið tøkt á øllum tænastum eftir sendingina.