Hóast jólafrokost og nógv fólk í býnum, hevur hetta verið eitt friðarligt vikuskifti, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.
- Tað hava verið ógvuliga nógv fólk í býnum, og vit hava koyrt nøkur full fólk til hús. Ein maður varð handtikin fríggjakvøldið, men annars hevur einki verið.
Á politistøðini frøast tey um, at eingir trupulleikar hava verið hóast jólaborðhald og nógv fólk í býnum.