Seinastu tíðina hevur løgreglan ikki havt tað stóra at takast við um vikuskfitini - tíbetur.
Fólk eru í býnum, men tey gera ikki so nógv um seg, í løtuni.
Í høvuðsstaðnum var sera friðarligt. Okkurt smávegis herverk - treyðugt so. Tá nógv fólk eru í býnum er altíð onkur, sum er í kátara lagið.
Onkur var eisini sum hevði fingið ov nógv av tí váta slagnum, og viðkomandi slapp at sova rúsin út í klivanum.
Úr Runavík vóru boðini tey somu.
Hóast bygdastevna var á Skála, so hendi einki har, sum kravdi løgreglunnar hjálp.
Uttanfyri Stokkastovuna vóru menn brostnir saman, men tað hasaði av aftur áðrenn løgreglan kom á staðið. Bardagin endaði við eymum kjálkum og einum brotnum rúti.
Ein bilførari var eisini tikin fyri at koyra við kenning. Blóðroynd var tikin av manninum og hann frættir aftur frá ákæruvaldinum.
Sunnudagin fór ein lastbilur út av vegnum stutt uttanfyri Skálabotn. Vegjaðarin er bleytur, men tað var førarin ikki greiður yvir, og tískil endaði hann á liðini.
Hóast stór dansistevna var í Klaksvík um vikuskiftið, so var einki hóvasták í tí sambandi.
Men eisini í Klaksvík var onkur, sum hevði fingið ov nógv innanborða og teimum hjálpti løgreglan. Onkrum teirra heim og øðrum í klivan at sova rúsin út.
Á Tvøroyri helt ein bilførari seg til at koyra hóast hann var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin og blóðroynd var tikin av føraranum.
Eitt lítið ferðsuóhapp var eisini á Tvøroyri um vikuskiftið. Ein lastbilur koyrdi á tvey smálomb og tann dystin vann lastbilurin.
Bæði smálombini doyðu, men bilførarin fekk tíbetur ongan skaða.









