Friðarkonsert á Reinsarínum í Havn

Fríggjadagin 17. januar kl. 20:00 verður bjóðað til friðarkonsert á Reinsarínum, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spæla.

Tórsgøta boðar frá, at endamálið við friðarkonsertini er at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum Ukraina og Miðeystri.

 

Luttakandi tónleikarar verða Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen.

 

– Friðarkonsertin er politiskt óheft eisini við tí endamáli at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.

– Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj, skrivar Tórsgøta á Facebook.