Sum Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, greiddi frá í grein á in.fo í gjár, ætlar Havstovan at gera eina roynd aftrat eftir upsa við skiljirist í trolinum. Ætlandi verður henda royndin gjørd stutt eftir ársskiftið, helst í januar.
- Royndirnar, sum partrolararnir Heykur og Falkur gjørdu fyrr í ár, eydnaðust stak væl, og kanningarnar vístu, at ristin skilir umleið 60% av smáa upsanum úr aftur trolinum.
Royndirnar vístu eisini, at smái upsin, sum sleppur út aftur gjøgnum ristina, svam livandi burtur frá trolinum.
Eilif Gaard sigur, at tað, sum ræður um við ristini, er, at tann smái fiskurin verður soldaður frá, samstundis sum tann stóri upsin ikki verður mistur.
- Vit skulu gjøgnumganga øll tey friðaðu økini í komandi ári. Hetta verður gjørt saman við teimum aktuellu pørtunum og vinnuni.
Stjórin á Havstovuni vísir á, at tað eru ymiskar orsøkir til, at økir eru friðað. Hetta er ikki bara fyri at verja smáupsa, men eisini fyri at skilja sundur húk og trol á landgrunninum - og so eru eisini gýtingarfriðingar.
- Tað er væl hugsandi, at ein partur av hesum økjum kunnu latast uppaftur fyri trolveiði við rist uttan stórvegis hóvasták. Hetta hevði so aftur merkt, at ísfiskatrolararnir ikki vórðu so nógv trongdir saman, sum teir eru nú, sigur Eilif Gaard.
Upsastovnurin er nógv betri fyri enn toska-og hýsustovnurin, tó at upsastovnurin hevur havt eina lítla afturgongd.