Fríða aftur í Neista-málið

Landsliðsmálverjin, sum í fjør hevði burðarfarloyvi, verður nú aftur at síggja í Neista-málinum.

Fríða Petersen var í fleiri ár fyrsta val millum stólparnar hjá Neista-kvinnum, men eftir FM-heitið í 2011 valdi hon at royna eydnuna í íslendskum hondbólti. Her gekst eisini væl, men tá hon gjørdist við barn noyddist hon at leggja hondbóltin í hillina í fjør.

Í finaludystunum í fjør var hon tó partur av Neista-hópinum, og nú skrivar Neistin, at Fríða fer at spæla við bláu kvinnunum komandi hondbóltsárið.