Fría atgongd til arbeiðsmegi

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava markið á 3,5 prosent burtur, so lættari verður hjá fyritøkum at nýta útlendska arbeiðsmegi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava markið á 3,5 prosent burtur, so lættari verður hjá fyritøkum at nýta útlendska arbeiðsmegi.

Markið á 3,5 prosent sigur, at einans er loyvt at nýta útlendska arbeiðsmegi í Føroyum, um arbeiðsloysi er lægri enn 3,5 prosent. Hetta er gjørt, fyri at tryggja, at føroyginar fáa størvini, áðrenn latið verður upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Nú vil Føroya Arbeiðsgevarafelag hava lógina broytta.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at nógvir føroyingar leita sær av landinum at arbeiða, men sum orðatakið sigur, maður má koma í mans stað.

- Føroyski arbeiðsmarknaður er opin, og føroyingar hava frælsi at flyta seg út um landoddarnar eftur nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum. Um hetta framhaldandi skal vera soleiðis, er neyðugt, at eisini føroyskir arbeiðsgevarar fáa fríar ræsur til at fáa arbeiðsmegi inn um landoddarnar, boðar Føroya Arbeiðsgevarafelag frá.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at hóast vit hava tøl fyri, hvør tørvurin er, so er sannlíkt, at veruligi tørvurin er størri. 

- Sannlíkt er, at fyritøkur halda seg aftur við t.d. at bjóða uppá arbeiði, tá tær ikki vita, um tær kunnu fáa neyðuga arbeiðsmegina til uppgávuna, og tí tykist tørvurin lægri, enn hann hevði verið, um fyritøkurnar sluppu at virka frítt, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í dag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at um vit hava strangari treytir í mun til útlendska arbeiðsmegi enn grannalondini, eru vit eisini aftast í røðini í kappingini um arbeiðsmegina.

- Hetta kann kosta okkum dýrt. Vit eiga framhaldandi at vera var við, at neyðugt er at seta við, eisini í Føroyum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí greiðu støðu, at markið á 3,5 % eigur at verða tikið burtur, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu seta borgarar úr ES-londum í starv eftir lagaligari mannagongd, enn annars er galdandi. Føroyski arbeiðsmarknaðurin eigur at verða javnsettur við arbeiðsmarknaðirnar kring okkum. Vit eiga altíð at hava ein líka opnan arbeiðsmarknað inneftir sum úteftir, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.