Friðurin valdar aftur í Vági

Tað vakti miklan ans, at ein gomul týsk bumba varð funnin í Vági um dagarnar, og eisini donsku fjølmiðlarnir hava greitt sínum lesarum frá bumbuni, sum varð sprong í einum grótbroti við Porkeri í gjár

Tað, sum vágbingar og annað gottfólk ikki kláraði undir seinna heimsbardaga, kláraði ein broytførari í vikuni. Tað var nevniliga at finna fjórðu bumbuna, sum eitt týskt bumbuflogfar slepti yvir Vágs bygd ein dagin undir krígnum.

Hinar tríggjar bumburnar vóru funnar, men tann fjórða var horvin, sum døgg fyri sól til ein dagin nú í vikuni.

Bumban lá har, sum nú verður grivið út fyri nýggjum eldrasambýli í Vági, og sigast má, at tað var heppið, at hon var funnin nú, og at eingin skaði stóðst av henni, tá hon kom undan kavi.

Tað hevur vakt miklan ans, at bumban varð funnin, og eisini donsk bløð hava gjørt burturúr, at ein bumba, sum stavaði frá krígnum var funnin so nógv ár aftaná.

Sum tá slíkar bumbur vera funnar, verða tær beindar so langt burtur frá fólki sum møguligt, og soleiðis var eisini í hesum føri.

Bumban var undir strongum eftirliti flutt til grótbrotið við Porkeri, har hon bíðaði til serkønt fólk frá Marinustøðini kundu koma til Vágs at spreingja bumbuna.

Tað komu teir í gjár, og fyrrapartin í gjár var so sprongt. Eftir tí vit hava skilt, so var ein øgiligur brestur, tá tann meiri enn fimti ára gamla bumban fór í luftina.

Við tí kunnu vit siga, at seinni veraldarbardagi endaði í Vági meiri enn fimti ár seinni enn hann gjørdi í restini av heiminum ...