Ófriðurin í Svøríki kostar milliónir

Ófriðurin og herverkið, sum síðstu vikuna hevur verið í forstøðunum kring Stockholm, kostar bara í arbeiðsløn til politistarnar umleið 10 milliónir krónur.

Tilsamans eru farnir 11.000 eyka arbeiðstímar í politiinum fyri at fáa tamarhald á ótangunum, skrivar Svenska Dagbladet.

– Hetta er fimm ferðir so nógv sum eina vanliga viku, sigur Åsa Berglund, sum er leiðari á fíggjardeildini hjá politiinum í Stockholm.

Sambært Svenska Dagbladet eru yvir 100 politistar úr øllum Svøríki kallaðir inn at gera serliga tænastu á Stockholm-leiðini í sambandi við ófriðin.