Ófriðurin í Libya breiðir seg

Hóast stýrið hjá Muammar Gaddafi í Libya hevur sett hart ímóti hørðum, nú mótmælisfólk krevja hann og stjórnina frá, hava mótmælisfólkini boðað frá tiltøkum aftur í dag.

Arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur, at 50 átrúnaðarligir leiðarar í Libya hava biðið trygdardeildirnar gevast við at skjóta mótmælisfólk.

-Tit mugu gevast við at drepa tykkara brøður og systrar. Steðgið hópdrápinum nú, stendur í áheitanini, sum Reuters hevur fingið fatur á.

Í gjár skutu trygdardeildir eftir einum líkfylgi í býnum Benghazi. Summar keldur siga, at umleið 15 fólk lógu eftirá, men bretska blaðið Independent on Sunday skrivar, at álopið hjá trygdardeildunum kostaði næstan 200 mannalív. Sagt verður, at trygdardeildirnar høvdu sent skarpskjúttar upp á húsatekjur at skjóta eftir líkfylginum.

Tað er sera torført at fáa staðfest, hvat veruliga hendir í Libya. Útlendsk tíðindafólk sleppa ikki til landið, og í gjár sløktu myndugleikarnir internetið.