Nógv bendir á, at ófriðurin í Egyptalandi hevur kravt nógv fleiri mannalív, enn myndugleikarnir hava sagt. Á sjúkrahúsinum El Damardash, sum er í miðbýnum í Kairo, siga fyri Reuters-tíðindastovuni, at sjúkrahúsið tók ímóti 30 líkum ímillum klokkan 13 og 23 í gjár.
Í Alexandria sigur tíðindamaðurin hjá arabiska sjónvarpinum al-Jazeera, at hann sá meiri enn 20 lík í gøtunum í býnum.
Reuters skrivar, at sambært myndugleikunum hava 35 fólk latið lív, men keldur hjá tíðindastovuni siga, at tað veruliga talið er minst 74.
Hosni Mubarak, forseti, segði í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, at hann hevur koyrt stjórnina frá, men at hann hevur ongar ætlanir um at siga forsetaembætið frá sær. Hann ávaraði samstundis egyptar og segði, at tað er stutt ímillum frið og ruðuleika.
Men ávaringin hjá forsetanum hevur ikki rætt fólk, tí aftur í dag eru stór mótmælistiltøk í Kairo og øðrum býum.
Í Keypmannahavn skipa egyptar og fólk av egyptiskum uppruna fyri einum mótmælistiltaki seinnapartin.