Tað er enduliga eydnast stovnaranum Mark Zuckerberg at sleppa av við tveir av fyrrverandi lestrarbrøðrum hansara, tvíburðarnar Cameroin og Tyler Winklevoss.
Upphavsrætturin til Facebook er endaliga staðfestur, eftir at brøðurnir í dag alment sleptu royndini at fáa eina gamla endurgjaldsavtalu inn fyri hægstarætt. Tað veit EPN at siga frá Bloomberg.
Í 2008 gjørdu partarnir eina avtalu, sum tryggjaði tvíburðunum 65 milliónir dollarar, men hóast hetta, kærdu teir dómin inn fyri ein hægri rætt. Hendan royndin er nú slept, og sostatt skuldi friður endiliga valdað um rættindini til Facebook.