Ófriður í Reykjavík

Mótmælisfólk royndu í gjár at forða tinglimum at sleppa í tinghúsið. Mótmælið helt fram út á náttina Tað var rættiliga ófriðarligt í Reykjavík í gjár og út á náttina. Eftir at hava roynt at forða tingmonnum at sleppa í tinghúsið kyndu mótmælisfólkini bál við standmyndina av Jóni Sigurðssyni.

Alt bleiv brúkt so brenni so sum beinkir og rusk, og sjálvt jólatræið, sum Reykjavík fekk frá Oslo, endaði á bálinum.

Løgreglan legði fleiri ferðir uppí, og klokkan trý í nátt fóru tey seinasu mótmælisfólkini til hús. Tá hevði løgreglan handtikið fýra fólk, skrivar Morgunblaðið.