Longu í gjár vórðu dystirnir hjá West Ham, Charlton og Crystal Palace avlýstir í Carling Cup kappingini orsakað av ófriðinum í London.
Og nú hevur the Football Association (FA) sambært BBC boðað frá, at vinardysturin hjá Onglandi á Wembley móti Hollandi mikukvøldið eisini avlýstur.
Ótti verður eisini borin fyri, at ófriðurin, ið byrjaði í London leygarkvøldið, og nú hevur breitt seg til fleiri av størru býunum í Onglandi, kan fara at hava ávirkan á byrjanina av Premier League kappingini, sum annars stendur at skula byrja komandi vikuskifti.
Eisini er greitt, at dysturin í Carling Cup millum Bristol City og Swindon er avlýstur. Hinvegin hevur løgreglan í Nottingham boðað frá, at lokaluppgerðin millum Notts County og Nottingham Forest verður leiktur sum ætlað, skrivar BBC Sports.