Tað var rættiliga ófriðarligt í Odense-býarpartinum Vollsmose í gjárkvøldið, har fólk hildu ta muslimsku eid-hátíðina. Ein maður bleiv stungin, men tá ein løgreglubilur og ein sjúkrabilur komu á staðið, løgdu ófriðarkroppar á bilarnar og brutu fleiri av rútunum.
Tað eydnaðist kortini at fáa tann stungna mannin á skaðastovuna á Odense Universitetshospital, men alt í einum komu millum 60 og 70 menn hagar og kravdu at fáa mannin útflýggjaðan. Fyens Stiftstidende skrivar, at menninir fóru inn á skaðastovuna og gjørdu so nógv um seg, at starvsólkini leitaðu sær skjól.
Ein løgreglumaður bleiv sligin, og løgreglan á Fyn sigur, at ein løgreglumaður kendi seg noyddan at taka skammbyrsuna fram fyri at fáa tamarhald á støðuni.