Friður meðan rætturin situr

Møguligt fútaforboð móti bátahylinum á Válinum er útsett í tvær vikur, meðan rætturin kannar viðurskiftini

Arbeiðið upp á bátahylin, sum Kvívíkar Kommuna er farin undir á Válinum, liggur fyribils stilt í tvær vikur.
Vestmanna Kommuna hevði biðið um fótaforboð móti arbeiðinum, og rættarfundur var ásettur til hósdagin.
Men fútarætturin kom ikki til nakra greiða niðurstøðu og útsetti avgerðina í tvær vikur.
Meðan fútarætturin situr er so avgjørt, at arbeiðast skal ikki víðari við bátahylinum. Sostatt er friður á Válinum í hvussu er tvær vikur fram