Ógvusligir samanbrestir vóru í gjárkvøldið í svenska býnum Malmø millum løgregluna og ungdómar Eygnavitni siga við blaðið Sydsvenskan, at bardaøkið líktist einum krígsøki, eftir at ungdómar høvdu sett eld á fleiri bilur og ruskbingjur og knústu handilsrútar.
Tey ungu tveittu eisini grót eftir løgregluni, sum svaraði við táragassi. Umleið 100 løgreglumenn vóru sendir at steðga ungdómunum.
Orsøkin til ófriðin er sambært Sydsvenskan, at ein lítil moska í Malmø bleiv latin aftur herfyri, tí eigarin segði leigumálið upp. Tey ungu siga, at letur moskan uppaftur, gevast tey við ófriðinum.










