Tá løgreglan sunnudagin skuldi svara uppá, hvørt vikuskiftið hevur verið friðarligt ella ikki, so var svarið: Bæði og! Tvey harðskapsmál hava verið í Havn og í Tjørnuvík og so hevur talan eisini verið um húsaófrið Vikuskiftið hevur verið merkt av, at fólk hava hugnað sær í býnum og løgreglan hevur havt nóg mikið at gera við at ansa eftir fullum fólki. Tvey harðskapsmál hava verið um vikuskiftið. Í Havn varð ein maður álopin í Miðbýnum. Hann fekk skaða í andlitið og breyt nakrar framtenn. Maður var sjálvur drukkin, men vitni eru í málinum og løgreglan arbeiðir við málinum, men veit tó enn ikki, um talan var um ein ella fleiri álopsmenn. Í Tjørnuvík var veitsludagur leygardagin, teir vóru í Stakkinum eftir seyði, og dagurin endaði við dansi. Tey flestu hugnaðu sær óivað, men ein maður varð sligin so meint, at hann fall í óvit eina løtu. Hann varð fluttur á sjúkrahús og maðurin, ið framdi illgerðina, varð handtikin og málið verður mett sum uppklárað, sigur løgreglan í Havn. Annars sigur løgreglan, at vikuskiftið hevur verið sum vikuskifti flest og merkt av fullum fólki í gøtunum í Havn. Eisini hava nøkur mál verið, ið snúgva seg um húsaófrið.