Klokkan fýra leygarnáttina var bardagi uttan fyri Manhattan í miðbýnum í Havn. Bardagin var ógvusligur so ógvusligur, at ein maður at enda noyddist at fara á sjúkrahúsið við sjúkrabili, tí hann var illa sligin og sparkaður. Maðurin varð innlagdur til eftirlit.
Klokkan hálvgum seks leygarnáttina varð løgreglan í Havn aftur boðsend, tí nakrir ungdómar spældu ov harðan tónleik. Grannarnir fingu ikki sovið og góvu sína misnøgd til kennar. Løgreglan kom á staðið, og eftir eina løtu var friður í grannalagnum.