Frið til samráðingar

Arbeiðsgevarafelagið met­ir tað stak ó­hósk­andi, at kanningin hjá Ar­beið­ar­a­feløgunum um keypiorkuna er drigin uppí eitt poli­tiskt kjak, meðan sam­ráð­ingar á ar­beiðs­markn­að­i­num fara fram

Tíðindaskriv
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kanningin,sum Ar­beið­ar­a­fel­øg­ini hava latið gjørt upp­undir sáttmála­sam­ráð­ing­ar­nar, er tend­ens­iøs og vill­leið­andi, held­ur Før­oya Ar­beiðsgevara­felag.
Grundarlagið er tillagað, so tað hóskar til úrslitið, sum arbeiðarafeløgini hava be­stilt. Eitt nú er tíð­ar­skeið­ið kanningin fevnir um bert trý ár, og Magni Laksáfoss staðfestur eisini, at hvørki eft­ir­lønir ella útgjøld eftir fiskavirksiskipanini hjá ALS eru tikin við í kann­ing­ini. Vóru hesi gjøldini tikin við, var úrslitið eitt annað. Og fevndi kanningin yvir eitt tíggju ára skeið, so á­virk­aði tað eisini úrslitið mun­andi.
Vit eru til samráðingar og viðgera við­urskift­ini  partanna millum við sam­ráð­ing­ar­borð­ið og fara ikki uppí eitt politiskt kjak, sig­ur Johan Páll Joensen, for­maður í Føroya Ar­beiðs­geva­r­a­felag.
Hann heldur tað annars verða áhugavert at greina við­urskifti á ar­beiðs­markn­að­i­num, men tað má gerast eft­ir einum leisti, so allir part­ar kunnu hava álit á úrs­lit­i­num, sigur Jóhan Páll Jo­en­sen.