Meginpartin av sínum stutta lív tvíhelt hon um, at hon var fødd í 1918. Skjøl prógva tó, at tað var 14. desember í 1917, at Tove Ditlevsen varð fødd. Tey, sum kenna hana og hennara rúgvismikla ritverk, vita, at hon í 1976 doyði fyri egnari hond, bert 58 ára gomul.
Fulla navn hennara var Tove Irma Margit Ditlevsen. Hon vaks upp á Vesturbrúgv í Keypmannahavn í eini lítlari íbúð. Foreldur hennara vóru Ditlev Nielsen Ditlevsen og Alfrida. Tvey sera ymisk menniskju, hann ógvuliga áhugaður í bókmentum og við dreymum um at gerast journalistur, meðan størsta frægdin hjá mammuni var at sleppa út at hava tað stuttligt í býnum og dansa. Pápin var tíggju ár eldri enn mamman, arbeiddi sum arbeiðstakari og kyndari alt sítt lív, og var sosialistur av heilum huga.
Viðurskiftini millum Tove og foreldrini vóru ógvuliga spent. Til hvørki teirra hevði hon tætt samband. Heldur hinvegin var talan um vantandi umsorgan. Kenslurnar fyri mammuni vóru merktar av ótta, og hon kendi altíð, at hon mátti krógva dreymir og kenslur fyri henni. Um mammuna hevur Tove sagt, at henni vantaði fullkomiliga evnini at seta seg inn í, hvat onnur menniskju føla og hugsa. Pápan føldi hon seg meiri í ætt við, tí bæði høvdu tey brennandi áhuga fyri bókmentum, men hann megnaði aldri at lata seg upp fyri dóttrini. Hevði hon havt ein sálarvin í honum, kundi tað havt givið henni sjálvskenslu, sum henni vantaði. Sagt hevur verið um Tove, at frá pápanum fekk hon evni og alsk til málið, með-an hon frá mammuni fekk hon evni til at yvirliva, nasadirvi, og hon var eins hittinorðað og hon. Men skal rætt vera rætt, fekk hon ikki frá nøkrum hesar eginleikar, ið eyðkendu hana. Bæði sviku tey hana, og í henni birtist ein longsul, hon hevði alt lívið. Hon livdi eitt ruðuleikakent lív, fylt við mótsetningum.
Beiggin Edvin, sum var eldri enn hon, fekk nervasamanbrot sum ungur maður, og Tove hevur sagt, at tá tað hendi, fekk hon heitari kenslur fyri honum enn hon hevði havt øll árini, hann hevði verið so fjarur fyri henni.
Ungt skald
Tove byrjaði at yrkja sum fimm ára gomul og longu tá dugdi hon framúr væl at bera uppá rím. Hon sættaðist ikki við at onnur hvør regla bar uppá rím, men setti sær ofta fyri, at hvør regla rímaði. Tove hevur greitt frá í eini ævisøgu, at yrkingarnar høvdu størsta leiklutin í hennara uppvøkstri, tey vórðu til í barndómsins frelsu og lagnunnar endamáli. Hetta kundi bent á, at hon yrkti, hvørja ferð, hon hevði eitt høvi og tað hevði hon ofta, men í veruleikanum er bert talan um eini tríati yrkingar, sum hon yrkti frá hon var tólv ár til hon var 17 ára gomul. Hesar yrkingar siga frá sálarlívinum hjá ungari gentu, men eisini longsulin, hon hevði alt lívið, eftir kærleika og umsorgan eyðkendu hennara fyrstu yrkingar. Hon lat ongan síggja yrkingarnar, tær vórðu goymdar í eini bók, hon kallaði loyndarfullu bókini. Skaldskapur hennara var hennara friðskjól, har leitaði hon ofta og títt.
Fyrsta yrkingasavn hennara, Pigesind, kom út í 1939. Tað var Viggo F. Møller, sum hjálpti henni at geva bókina út. Upplagið var 500 eintøk. Viggo F. Møller, sum var 30 ár eldri enn Tove, gjørdist hennara fyrsti maður, tey vórðu gift árið eftir útgávuna, á vári í 1940, slakar tríggjar vikur eftir, at Danmark varð hersett.
Viggo F. Møller var ritstjóri á Vild Hvede, eitt tíðarrit, har nógv skøld og nógvir høvundar royndu seg á fyrsta sinni. Viggo F. Møller dyrkaði listina av fullum og heilum hjarta og vinarskari hansara taldi nógvar navnframar persónar, persónar, sum gjørdu seg galdandi innan skrivandi listina í Danmark í nógv ár og sum í dag teljast millum teir størstu. At blaðstjórin á Politiken hevði róst eini yrking hjá Tove Ditlevsen, vakti ans hjá honum, og tá ið tey hittust var eisini Tove íðin eftir at giftast honum. Hon sá fyri sær møguleikarnar at vera forsyrgd meðan hon skrivaði og at fáa hjálp til at geva út. Tey vóru gift í sløk tvey ár. Hon hitti tá kenda Piet Hein, sum eisini forsyrgdi hana, til hann fann eina aðra longu ein mánað seinni.
Hetta var stórtíðin hjá felagnum Vild Hvede, ikki minst hjá kvinnunum. Tað eru eisini tær, sum standa eftir sum stóru "traditiónalistarnir", tá modernistarnir tóku yvir ta stóru bókmentaligu myndina eftir kríggið.
Longu tvey ár eftir Pigesind, kom Man gjorde et barn fortræd, hennara fyrsta skaldsøga. Hon varð fyri stóran part varð skrivað meðan hon var gift við Viggo F. Møller. Í 1943 kom Barndommens Gade, ið telist millum hennara kendastu skaldsøgur. Henda seinasta er í rættiliga stóran mun sjálvævisøgulig og var tá besta selda bók nakrantíð hjá forlagnum. Barnaárini vóru fyri henni ikki ein eydnusom tíð. Fleiri ferðir hevur hon lýst tey sum óendaliga long, døpur og grá. Men kortini longdist henni ikki eftir at gerast vaksin. Í flestu bókum hennara ber til at finna søgutræðrir úr hennara veruliga lívi.
Nærum á hvørjum ári kom skaldsøga, yrkingasavn ella stuttsøgusavn út eftir Tove, 28 bøkur frá 1939 til 1976, tær flestu vóru skrivaðar undir krígnum. Tríggjar bøkur við handritum, serliga yrkingum, ið lógu eftir hana, komu út í 1978.
Trupult sálarlív
Tove Ditlevsen hevði stóran part av sínum lívi álvarsligar sálarligar trupulleikar. Longu í 1941 var hon fyrstu ferð innløgd á sálarsjúkrahús. Deyðin og sjálvmorð hugsveimaði hon um frá barnsbeini av og royndi longu tólv ára gomul at beina fyri sær. Seinni hevur hon sagt, at sjálvmorðsroyndin var ein roynd at fáa mammuna at geva sær gætur.
Í einstøkum samrøðum í dagbløðum og vikubløðum hevur Tove Ditlevsen greitt frá, at tað var trupult at vera kvinna í dagsins samfelag. Hon kendi seg kortini ikki heima í kvinnurørsluni, sum veruliga var við at fáa vind í seglini hesi árini. Men í 1956 fekk hon í boði at taka yvir brævkassan í Familie Journalen, sum Edith Rode hevði røkt. Her fekk hon rættiliga høvið at gera vart við síni kvinnupolitisku sjónarmið. Og frá degnum, hon tók yvir, til hon doyði, svaraði hon javnt og samt brøvum frá fólki, serliga kvinnum úr øllum Danmark. Eisini tey nógvu tíðarskeiðini, hon var innløgd, passaði hon brævkassan. Frá brævkassanum fekk Tove betri innlit í kvinnulívið, enn hennara egnu royndir góvu henni. Tíggju ár seinni hevði hon eitt heilt yvirlit yvir kvinnuspurningar og kvinnutrupulleikar, sum hava verið góður íblástur til skaldskap hennara. Treyðugt so, hugdi hon ikki bara at kvinnusøgunum. Í skaldskapi sínum sleppur mansins sjónarhorn eisini framat.
Menninir
Tove Ditlevsen var ofta gift, menninir vóru ikki drúgvir, og hon fekk fleiri børn. Einstakir av monnunum fingu serligan týdning fyri hana. Ebbe Munk var hennara næsti maður og við honum fekk hon eina dóttur. Hann hevði stóran áhuga í bókmentum og var góður í ráðum, og hóast tey vórðu skild eftir fá ár, høvdu tey gott samband alt lívið.
Eftir Ebbe varð hon gift við læknanum Carl Ryberg í 1945 og hann var byrjanin til rúsevnismisnýtsluna, sum hon aldri kom heilt burturúr. Í tíðarskeið, eisini meðan hon hevði smábørn, var hon so doyvd av rúsevnum, at hon ikki megnaði at koma úr seingini. Saman við Carl fekk hon ein son, og Tove ættleiddi eisini dóttur Carl. Fleiri ferðir hevur Tove sagt, at tað vóru rúsevnini, sum hildu tey saman. Hetta kemur týðiliga fram í skaldsøguni Gift. Skriving hennara minkaði meðan tey vóru gift. Jakobovski, húshjálpin, var bjargingin hjá lítlu familjuni hesi árini. Carl og hon fóru frá hvørjum øðrum í 1949. Hetta árið skrivaði hon so gott sum einki. Árini eftir kríggið er hon ógvuliga merkt av misnýtsluni, og eftir, at Carl er farin úr lívi hennara, royndi hon allar hugsandi mátar at fáa til vega peditin. Falskaði undirskriftir og lumpaði læknar í Keypmannahavn og økinum rundanum. Carl var sjálvur sálarliga sjúkur, í 1962 gjørdi hann sjálvmorð, bert 43 ára gamal.
Í 1950 hitti Tove Victor Andreasen og hann gjørdist hennara fjórði maður. Tey vóru saman í 21 ár, og hann var fyri henni tann størsti kærleikin. Bæði vóru tey svikin og skadd børn. Tey kendu seg heima hjá hvør øðrum og fyri fyrstu ferð hvíldi Tove í hjúnarlagnum. Í hjúnarskilnaðinum við Carl segði hon frá sær ættleiddu dóttrina, sum Carl átti, og hendan gerðin nívdi hana til hennara doyggjandi dag.
- Tað er einasta gerðin í mínum lívi, sum eg angri, hevur hon sagt.
Victor fór í seigan kamp móti rúsevnunum, sum Tove var so bundin av. Hann bannlýsti allar læknar í nánd og ávaraði teir ímóti snildum hennara at lumpa peditin og annað frá teimum. Treyðugt so, góðtók hann ikki treytaleyst at verða settur í skuggan av sínum kendu konu. Hann var ein ókendur embætismaður og hevði ilt við at finna seg til sættis í skugganum. Tey fingu ein son saman í 1954.
Eisini samlívið við Victor er lýst í fleiri bókum hennara, eitt nú í Kvindesind, To som elsker hinanden og Vilhelms værelse. Lívið hjá Tove og Victor er ikki bara eydnuríkt. Tey hava stórar fíggjarligar trupulleikar og verða noydd at selja stóru húsini í Birkerød. Í 1957 er hjúnarlagið í álvarsligari kreppu og tey eru eina tíð frá hvør øðrum. Koma síðani saman aftur fyri síðani at fara sundur aftur. Victor verður nevniliga forelskaður í elstu dóttur Tove, og hóast Tove roynir at lata sum um hon ikki sær, er hetta um at vera henni ovboðið. Eisini hetta lýsir Tove, í stuttsøgusavninum Den onde lykke.
Knud Mogensen var síðsti maður Tove.
Ikki vird
Bókmentaliga umhvørvið í Danmark var broytt eftir kríggið, og tað kom sera óvart á Tove, sum var ógvuliga væl umtókt og nógv lisin undir krígnum. Tove var ikki høgt í metum í eygunum hjá bókmentaligum ummælarum og serfrøðingum, og hetta var fyri hana ein stórur trupulleiki, ein ampi, til hon doyði. Hon fekk ongantíð stóru virðislønina frá Det Danske Akademi, hóast hon var nær við ofta.
Hesi síðstu árini á ævi síni hugsaði Tove oftari og oftari um sjálvmorð. Og onkra roynd gjørdi hon at beina fyri sær. Hóast hon hugsaði um at gera enda á sínum lívi, hevði hon samstundis ampa av børnunum, serliga av yngsta soninum, sum hevði liðið nógv undir, at mamman so ofta hevði verið innløgd.
Tove var alla tíðina ógvuliga tilvitað um at gera vart við seg í fjølmiðlunum og javnan vóru samrøður við hana. Í eini samrøðu, sum var ein tann síðsta, segði hon: "Mit liv er blevet dumt!" Hon fjaldi ikki yvir, at hon var sera vónbrotin um, at hon ikki hevði fingið stóru heiðurslønina frá Akademiinum.
Tove fyrireikaði væl sítt sjálvmorð, skrivaði øllum sínum næstu bræv og legði teimum eina við, hvussu hon ynskti jarðarferðina at vera.
- "Der er mere grund at sørge over mit liv end min død!" segði hon.
Í mars 1976 varð hon funnin deyð, 17. mars varð hon jarðað, sum nummar 23, í 14. røð, deild 9, í Vestre Kirkegård. Eitt stórt fylgi, fyri tað mesta kvinnur á Vestrubrúgv, fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað. Nærum altíð liggja frískar blómur á grøv hennara.